Góðan morgun Føroyar

Rói Norðoy hevur fingið prógv í pastoralari sálarrøkt og sálarviðgerð
06-02-2024
Hetta er ein háttur at tvinna sálarfrøði og skriftirnar saman, sigur Rói Norðoy

Tá okkurt órógvar sinnið, er gjørligt at fara til sálarfrøðing at tosa um støðuna. Men ein annar møguleiki er at leita eftir linna í skriftunum.

Rói Norðoy ásannar, at tað eru nógv, sum stríðast.

Ein orsøk kann vera, at samfelagið krevur nógv av okkum. Fólk skulu støðugt vísa, at tey eydnast.

Familjan er somuleiðis undir trýsti. Nógv er at fara til, og hjá fleiri familjum eru ikki stundir at taka sær av løttum.

Pastorala sálarviðgerðin leggur dent á, at vit ikki skulu renna undan okkum sjálvum.

Heldur ræður tað um at góðtaka seg sjálvan og finna frið, sigur Rói Norðoy.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026