Góðan morgun Føroyar

Skapa áhuga fyri føroyskum dansi
06-02-2024
Tríggir ungir mans frá dansifelagnum 'Ung í dansi' skulu luttaka í finaluni í vælumtóktu spurnarkappingini 'Tú manst vita frá mongum at siga'.

Teir tríggir, Kristian Jacobsen, Dávid Nattestad og Brestir Bjarnastein Restorff hava altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi og kvæðamentan.

Hóast tann yngsti er 19 ár og tann elsti er 24 ár, hava teir stóra vitan um føroysk kvæði. Tað hava teir prógvað í spurnarkappingini Tú manst vita frá mongum at siga, sum hevur verið at hoyrt í útvarpinum seinastu vikurnar. Har hava teir megnað at vunnið seg í finaluna, sum verður í Reinsarínum leygarkvøldi.

Spurnarkappingin snýr seg føroyskan dans og kvæðamentan. 8 ymisk dansifeløg hava luttikið í kappingini.

- Hetta hevur verið við til at økja áhugan fyri føroyskum dansi. Tað eru serliga nógv fólk, ið vanliga ikki hava áhuga fyri kvæðum, sum hava fylgt við. Tað er stuttligt, siga Kristian, Dávid og Brestir.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026