VIDEO: Stjórin á Vørn greiðir frá bjargingini

VIDEO: Stjórin á Vørn greiðir frá bjargingini
Kambur sakk um hálvgum ellivu tíðina fyrrapartin, og leitað verður eftir tveimum av manningini, sum ikki eru komnir afturíaftur
Óli Hansen Olsen er stjóri á Vørn.
Mynd: Hallur E. Thomsen  
 
06.02.2024 - 13:10

Tað eydnaðist at bjarga manninum, sum var eftir á skipssíðuni á Kambi, stutt áðrenn skipið sakk um hálvgum ellivu tíðina fyrrrapartin.

Tað sigur Óli Hans Olsen, stjóri á Vørn.

Í fyrsta umfari vóru 13 mans bjargaðir upp í tyrluna, sum flutti teir til Froðbiar, og haðani fóru teir á Suðuroyar sjúkrahús.

Kambur sakk um hálvgum ellivu tíðina fyrrapartin. (Savnsmynd)

 

Tá tyrlan hevði bunkrað, setti hon beinan vegin kós útaftur til Kamb at bjarga manninum, sum var eftir umborð. Hann var ikki í yvirlivilsdrakt, tí stundir vóru ikki at lata seg í, áðrenn Kambur fekk slagsíðu.

Hann var bjargaður í øllum góðum, og stutt eftir sakk Kambur. 

Tveir av manningini  eru ikki komnir afturíaftur, og leitað verður eftir teimum við bjargingartyrluni, Challenger-flogfari hjá donsku verjuni og skipum. Brimil samskipar leitingina. 

Illveður er á leiðini. Vindferðin er 13-18 m/s og stór alda.

Sí videobrot við samrøðu, sum Georg L. Petersen hevur gjørt við stjóran á Vørn, Óla Hans Olsen:

20240206_NET_KAMBUR_LEITING_VORN_OK

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053