Treystitalið: Vinnan minni bjartskygd

Treystitalið: Vinnan minni bjartskygd
Meðan treystið í handils- og tænastuvinnum minkar, hevur byggivinnan framvegis góðar vónir
Tað er serliga treystið í handils- og tænastuvinnunum, sum minkar, skrivar Hagstovan. (Savnsmynd)
 
09.02.2024 - 08:14

Føroyska vinnan er ikki so bjartskygd, sum hon hevur verið.

Treystitalið er nú minus 1, sum er langt niðan fyri langtíðarmiðaltalið, sum er 17. 

Tað er serliga treystið í handils- og tænastuvinnunum, sum minkar, skrivar Hagstovan.

Men byggivinnan hevur framvegis góðar vónir.  Størsta avbjóðingin hjá henni er tó trotið á arbeiðsmegi. 

Annað hvørt byggifelag sigur, at hetta trotið er størsta framleiðsluavmarkingin. 

Húsarhaldini vænta fíggjarligu støðuna at vera eitt lítið vet betri komandi árið.

Men tey vænta sær hóast tað ikki at gera størri keyp, til dømis keypa hús ella bil.

Fólk vænta, at prísirnir fara at hækka spakuligari komandi árið, enn teir gjørdu seinasta árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523