Góðan morgun Føroyar

Lítið nýtt í populeru kongabókini
09-02-2024
Bókin Kongeord hjá Fríðriki kongi er einføld og fer ikki í djúpdina, halda Marna Jacobsen og Eiler Fagraklett.

Kongeord.

Soleiðis eitur bókin, har nýggi kongurin, Fríðrikur tann 10., við egnum orðum fortelur um tankar og hugleiðingar um kongaorðið - Forbundne, forpligtet, for Kongeriget Danmark.

Bókin bleiv útgivin mánadagin 15. januar, dagin eftir at Fríðrikur tann 10. hevði tikið við sum kongur.

At talan er um eina populera bók, er eingin ivi um. Bókin bleiv alt fyri eitt útseld frá forlagnum, og bókhandlar í Føroyum siga, at fólk høvdu skrivað seg upp á listar fyri at tryggja sær eitt eintak av bókini, tá hon kom aftur á handilshillarnar.

- Henda bókin er einføld og skjót at lesa. Eg haldi ikki, at hon er ein, eg komi at minnast serliga væl, sigur Marna Jacobsen, sum er bókmentafrøðingur.

Hesum er Eiler Fagraklett samdur í. Hann er serkønur í samskifti og marknaðarførslu.

- Mann fær eitt lítið persónligt innlit, men bókin fer ikki heilt djúpt. Men hetta skal forklára grundarlagið fyri brandinum, Fríðriki kongi, og tað eydnast væl, sigur Eiler Fagraklett.

Í morgunsendingini skifta Marna Jacobsen og Eiler Fagraklett orð um bókina, Kongeord.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026