Góðan morgun Føroyar

Gevandi at vera flóttafólkavinur
09-02-2024
- Vit læra av hvørjumøðrum, og eitt veruligt vinalag er komið burturúr, sigur Tóra O. Sørensen, sum er flóttafólkavinur í Reyða krossi.

Sum tilflytari ella flóttafólk í Føroyum kann tað vera trupult at trívast, at koma at kenna samfelagið, og at gerast partur av teimum felagsskapum, sum knýta okkum saman. Tað kann vera á arbeiðsplássinum, í skúlanum ella í frítíðarítrivi.

Reyði Krossur hevur tí tørv á fólki, ið vilja vera sjálvboðin, og sum eru áhugað at fáa samband við fólk úr øðrum londum.

Ein, sum er flóttafólkavinur, er Tóra Oddnyardóttir Sørensen. Hon hevði sæð lýsingar frá Reyða krossi, har tey leitaðu eftir flóttafólkavinum.

- Eg ringdi tí til Reyða kross, sum kundi fortelja mær, at mínir nýggju grannar, sum vóru flóttafólkafamilja, høvdu søkt um at fáa ein flóttafólkavin, so tað passaði so væl, sigur Tóra O. Sørensen.

Javnan hjálpir hon familjuni við eitt nú at fara til lækna, greiða teimum frá skúlaskipanini í Føroyum, forklára um føstulávint og so framvegis.

Sambært Tóru O. Sørensen er tað sera gevandi at kunna hjálpa á henda hátt.

- Eg havi fingið eitt nýtt vinarband. Og harafturat haldi eg, at tað er ofta avmarkað, hvat mann kann gera, tí mann hevur eitt familjulív, arbeiði og annað, so eg haldi, at hetta er ein góður máti at hjálpa her og nú, sgur Tóra O. Sørensen.

Í morgunsendingini tosa Tóra O. Sørensen og Bjørg B. Winnings um sjálvbodnar vinir í Reyða krossi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026