SSL noktar at rinda meira fyri bíleggingarskipan

SSL noktar at rinda meira fyri bíleggingarskipan
Veitarin hevur stevnt eftir endurgjaldi, men Strandferðslan hevur bara goldið góðar 600.000 kr.
Strandferðslan noktar at rinda 1,3 mió. kr. fyri eina nýggja bíleggingarskipan. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
12.02.2024 - 11:32

Strandferðslan noktar at rinda 1,3 mió. kr. fyri eina nýggja bíleggingarskipan.

Ein góð millión er frá 2021 og 262.000 kr. frá 2022.

Í oktober 2022 stevndi veitarin Strandferðsluna eftir endurgjaldi. 

Málið er í løtuni til viðgerðar í rættarskipanini.

Tað upplýsir Dennis Holm, landsstýrimaður, í svari til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann.

Veitarin hevur fingið 605.000 kr.

Hin peningurin, sum Strandferðslan noktar at gjalda, eru tó settur av, um Strandferðslan kortini verður dømd at gjalda. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961