Góðan morgun Føroyar

Stuttfilmar viðgera ofta somu evni
13-02-2024
Ofta eru tað døpru søgurnar, sum verða sagdar í stuttfilmum, og tað hevur sína serligu orsøk.

- Evni sum sjálvmorð og deyði hava eitt sindur av power í sær, og tey hava gjøgnumslagskraft. Man verður lagdur til merkis, um man velur tungastu evnini, sum man yvirhøvur kann. Tað pressar áskoðaran til at taka støðu til nøkur ting, sigur Hermann Eliassen, filmsummælari, og leggur afturat, at tá ið man sum ungur filmsleikstjóri byrjar, so vil man fegin, at fólk leggja merki til ein, og tá er lætt at velja eitt av hesum tungu evnunum, sum viðgera lívsins spurningar.

Fleiri av filmunum, sum vóru vístir til Geytan hesa ferð, viðgjørdu evni sum sjálvmorð, deyða og sálarsjúku.

- Tá ið tú gert stuttfilm, hevur tú nakrar aðrar karmar at arbeiða við, og har eru hugskot, sum rigga væl til ein film, sum varar 20 minuttir, men sum ikki høvdu riggað, skuldi søgan verið søgd í einum vanligum spælifilmi.
Í einum stuttfilmi hevur tú frælsi til at royna alt møguligt, sum tú eisini kanst í einari stuttsøgu. Her er størri frælsi at spæla við hugskotum, sum eru nokk so vill.

Eitt av villaru hugskotunum var at finna í filminum 'Død af grin' hjá Terja Mohr, sum eisini vann áskoðaravirðislønina. Her er ein jarðarferð og eitt ervi vent á høvdið, soleiðis, at ikki er loyvt hjá teimum uppmøttu at vera kedd, tí tað hevur familjan avgjørt.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Hoydalar og kapping
06-02-2026
Veðrið, protestsangir og fríkavari
04-02-2026
Veðrið, Føroya elsta skótalið og kríggsveteranur
03-02-2026
Veðrið, fótbóltsgreinari, Rásin
02-02-2026
Veðrið, FSF stórir dreymar, hermikapping
30-01-2026
Veðrið, brøv frá 1807, føroysk filmsrøð í Svøríki
29-01-2026
Veðrið, lesa í Suðurkorea, jazzur í Føroyum
27-01-2026
Veðrið, vitlíki og tónleikur, týdningurin av at halda steðgir
26-01-2026
Veðrið, kvinnujólaborðhald og spurnarkapping
23-01-2026
Kanning av immunverju hjá føroyskum børnum, veðrið, sjónvarpsstjørna heldur seg frá alkoholi og Sissal í MGP
22-01-2026
Veðrið og Artemis 2
21-01-2026
Hondbóltsprát, veðrið, reportasja úr Oslo, Tina Mellem við nýggjum sangi
19-01-2026