Eigaraviðurskifti í vinnufeløgum skulu dagførast

Eigaraviðurskifti í vinnufeløgum skulu dagførast
Vinnumálaráðið hevur uppskot um at broyta lógina um vinnufeløg
Vinnumálaráðið vil eisini hava størri heimild til Skráseting Føroya at fáa Skiftirættin at avtaka feløg. (Savnsmynd)
 
14.02.2024 - 10:14

Nú skal vera greitt, hvør eigur í feløgum í vinnuni í Føroyum.

Vinnumálaráðið hevur uppskot um at dagføra reglurnar um, hvussu eigaraviðurskifti í vinnufeløgum, vinnufyritøkum, einstaklingafyritøkur tó undantiknar, vinnurekandi grunnum, sínámillum tryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum vera skrásett, so tey samsvara við nýggjastu boðini hjá ES um hvítvask.

Sambært teimum skulu veruligu eigararnar skrásetast í minsta lagi eina ferð um árið.

Í Danmark komu hesar broytingar í 2018 og 2019.

Vinnumálaráðið vil eisini hava størri heimild til Skráseting Føroya at fáa Skiftirættin at avtaka feløg, sum ikki rættstundis gjalda eitt árligt gjald sambært vinnufelagalógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751