Góðan morgun Føroyar

Marius skal kappast í støddfrøði
15-02-2024
17 ára gamli Marius Danielsen er ein av vinnarunum í Georg Mohr støddfrøðiskappingini. Tað merkir, at hann sleppur víðari til eitt vinnaraskeið í Danmark.

Sunnudagin fekk Marius Danielsen boð um, at hann er ein av vinnarunum í Georg Mohr støddfrøðiskappingini. Tað merkir, at hann fer til Danmarkar at luttaka á einum vinnaraskeiði 25.-28. februar, sum tann einasti úr Føroyum. Tað eru 10 ár síðani, at nakar úr Føroyum hevur verið millum vinnararnar.

Á skeiðnum skulu tey til undirvísing, royndir og fyrilestrar við tí endamáli at senda nøkur víðari til kappingar í støddfrøði. Ein partur er eisini at vera saman við øðrum, sum hava áhuga fyri støddfrøði.

Georg Mohr kappingin er ein støddfrøðiskapping ætlað miðnámsskúlanæmingum. Endamálið er at stimbra áhugan fyri støddfrøði og at geva evnaríkastu næmingunum avbjóðingar við uppgávum, sum eru torførari enn vanligt.

Vinnaraskeiðið endar við einari roynd, sum avger, hvør sleppur víðari til norðurlendsku støddfrøðiskappingina.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026