Góðan morgun Føroyar

Janus Wiberg: At vinna Melodi Grand Prix er ikki tað týdningarmesta
16-02-2024
I Need Your Love er heitið, og hetta er ein krevjandi sangur at syngja, ásannar Janus Wiberg

Leygarkvøldið verður danska Melodi Grand Prix hildið í konserthúsinum hjá DR í Keypmannahavn.

Átta sangir fara at dystast um heiðurin at umboða Danmark í Eurovision kappingini, sum verður í Malmø í Svøríki.

Millum teir átta sangirnar er I Need Your Love, sum Janus Wiberg syngur.

- Eg hevði ikki roknað við, at tað var so nógv fyrireiking í sambandi við at syngja ein sang, sigur føroyski luttakarin.

Nógv venjing og rættiliga nógvar samrøður við alskyns miðlar. Á ein hátt gleði meg, til hetta er yvirstaðið, viðgongur Janus Wiberg.

Fyri meg er sjálvur sangurin tað, ið telur, leggur hann aftrat. Tí skal hyggjarin ikki rokna við at síggja Janus Wiberg dansa á pallinum.

Melodi Grand Prix byrjar klokkan 19 leygarkvøldið og tað sæst eitt nú á heimasíðuni hjá Danmarks Radio.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026