- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera ov lítið fyri at tryggja norðurhøv

Vanliga er altíð eitt danskt sjóverjuskip í føroyskum havøki. Tað er fyri at verja sjóumveldið - ella suverænitetshævdelse, sum danir kalla tað.
Men í løtuni er onki dansk verjuskip í okkara øki. Hvidbjørnen átti at verið her, men er farin til Grønlands, tí at tvey av nýggjastu skipunum í Knud Rasmussen-klassanum liggja svínabundin í havnini í Nuuk í Grønlandi. Bæði hava trupulleikar við ljósmotorinum.
Hetta er ein óhaldbar støða og gongur út yvir trúvirði hjá okkum og Danmark mótvegis sameindu grannalondum okkara, heldur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur.
Føroyar eru eitt ógvuliga týdningarmikið øki í verjuketuni millum USA og Evropa, men ov lítið verður gjørt við trygdina í hesum øki, heldur Sjúrður Skaale.
Sjúrður Skaale hevur gjørt donsku stjórnina varuga við sína støðu. Men hann heldur, at tað gongur ov seint at tryggja økið í Norðuratlantshavi. Tí sambært honum eiga vit at taka russisku hóttanina í veruligum álvara.
Eftirlitið við føroyskum øki í løtuni fyrigongur við fylgisveinaeftirliti og við at flúgva í økinum. Men flogførini hjá donsku verjuni hava eisini trupulleikar. Tað eru Challenger-flogførini, sum verða nýtt í Norðuratlantshavi, og tey hava eisini havt trupulleikar í seinastuni, upplýsir danska verjan fyri DR.
Tað var júst eitt av Challenger-flogførunum, sum hjálpti til í leitingini, tá Kambur sakk sunnanfyri tann 6. februar. Flogfarið var í fyrstu atløgu seinkað til Føroya, tí tað hevði tekniskar trupulleikar.
Tað er eitt at gera hjá Danmark. Tað er beinan vegin at fara at byggja nýggj skip og at savna donsku verjukreftirnar til verju av danska kongsríkinum, heldur Sjúrður Skaale.
Edvard Bjarnason, deildarileiðari á MRCC, sigur, at tað hevur ikki so stóra ávirkan á trygdina í Føroyskum sjóøki, at onki danskt verjuskip er her. Tí vanliga klárar Vørn allar bjargingar við føroysku skipunum og tyrluni.
Arktisk Kommando, bindeled Færøerne, vil í løtuni ikki viðmerkja støðuna, tí talan er um viðurskifti, sum eiga at vera svarað longur uppi í skipanini, siga tey.
Støðan í donsku verjuni verður nógv umrødd í Danmark í løtuni. Millum annað hava somu skip, sum nú liggja við maskinbreki, ikki kunna brúkt kanónirnar í fleiri fleiri ár.












