Bilasølur stovnað vinnufelag

Bilasølur stovnað vinnufelag
Bilasølufelagið er partur av Vinnuhúsinum
Endamálið hjá felagnum er at savna føroyskar bilasølur í eitt felag, sum skal virka fyri felags áhugamálum. (Savnsmynd)
 
19.02.2024 - 11:16

Bilasølur hava stovnað felag. 

Bilasølufelagið er vinnufelag, sum nú er partur av Vinnuhúsinum.

14. februar var stovnandi aðalfundur, og endamálið hjá felagnum er at savna føroyskar bilasølur í eitt felag, sum skal virka fyri felags áhugamálum.

Á stovnandi aðalfundinum vóru sjey fólk vald í nevndina.

Ásfinnur Sigvardsen, stjóri í Bilasøluni, er nevndarformaður, og Saroya Dalsgarð, stjóri í Berg Motors, er næstforkvinna.

Bilasølurnar í nýggja Bilasølufelagnum eru Bilasølan, Waag, Wenzel, Berg motors, Komfort bilar, Nordbil og Reyniservice.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053