Góðan morgun Føroyar

Vit mugu hava dreingirnar við
19-02-2024
HPV koppsetingin hevur leingi verið eitt tilboð til gentur, men tað eru bert tey seinnu árini, at dreingir hava fingið sama tilboð

Møguliga er tað hetta, sum er orsøk til tølini, sum Gigni almannakunngjørdi í farnu viku, har staðfest verður, at fleiri gentur enn dreingir verða koppsett móti HPV.

Av teimum, sum vóru fødd í 2010 eru 95% av gentunum og 53% av dreingjunum koppsett.

- Tað, sum er jaligt við hesari koppseting er at dreingirnir síggja út til at fáa stórar fyrimunir eisini, sigur Katrin Kallsberg, lækni, sipandi til at talið av dreingjum, sum fáa prikini, ikki er eins høgt og tað hjá gentunum.

Fólk vóru annars varin, tá byrjað var at koppseta gentur fyri meira enn tíggju árum síðan, tí søgur um óhugnalig hjáárin gingu kykar, men hesar søgur hava sína orsøk sigur Katrin:

- Tá tú innførir nýggja medisinska viðger, so hevur tú serligt skerpað eftirlit fyri at finna útav, um har eru nøkur hjáárin. So kunnu fólk siga frá, um tey merkja hjáárin, fyri at tryggja, at man ikki útsetir frísk ung børn fyri nøkrum farligum.

Søgur um slík hjáárin vóru eisini í Føroyum, og tað gjørdi fólk varin, men sum tíðin er liðin hevur man sæð, at har er eingin øktur vandi. Heldur hevur man funnið útav, at fyrimunirnir eru nógvir, tí umframt at verja kvinnur fyri krabba í lívmóðirhálsinum, verjir koppsetingin dreingir fyri fleiri sløgum av krabba og forðar báðum kynum í at fáa kynsfinnur.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, brøv frá 1807, føroysk filmsrøð í Svøríki
29-01-2026
Veðrið, lesa í Suðurkorea, jazzur í Føroyum
27-01-2026
Veðrið, vitlíki og tónleikur, týdningurin av at halda steðgir
26-01-2026
Veðrið, kvinnujólaborðhald og spurnarkapping
23-01-2026
Kanning av immunverju hjá føroyskum børnum, veðrið, sjónvarpsstjørna heldur seg frá alkoholi og Sissal í MGP
22-01-2026
Veðrið og Artemis 2
21-01-2026
Hondbóltsprát, veðrið, reportasja úr Oslo, Tina Mellem við nýggjum sangi
19-01-2026
Hondbóltsprát, veðrið, veitsla í Oslo, kapping
16-01-2026
Veðrið og EM-hondbóltur. Gestir: Turid Lakså, Rúni Djurhuus. Henny á Líknargøtu og Suni Merkistein
15-01-2026
Veðrið, sangkapping í Norra og granskingarverkætlan um fuglar
14-01-2026
Veðrið, Norrøna til Oslo og ráðhúsini í Runavíkar kommunu
13-01-2026
Verkætlanin fevnur um aulu, skúlastovur, musikskúla og hondbóltshøll
12-01-2026