Góðan morgun Føroyar

Her kanst tú vera, sum tú ert
22-02-2024
Hjá teimum, sum hava sálarligar trupulleikar, er Fountainhúsið ein trygg havn í einum rokaligum umheimi

Í nærum tíggju ár hevur Fountainhúsið verið til, og hesa tíðina hevur hurðin verið opin fyri teimum, sum hava brúk fyri at koma seg eftir sjúku, og sum vilja í gongd við ein skipaðan gerandisdag aftur.

Í løtuni eru umleið 45 fólk limir í Fountaiinhúsinum, og tey arbeiða so nógv ella so lítið, sum tað passar hjá teimum, og eru her so leingi, tey hava hug og tørv, sigur Súsanna Winter Poulsen, sum er ein av stovnarunum av Fountainhúsinum.

Fyrr í ár flutti Fountainhúsið úr Williamshúsi á Tinghúsvegnum í størri høli í V.U. Hammershaimbsgøtu, og hetta fegnast tey um, tí har var vorðið heldur trongt í gomlu hølunum.

- Vit hava nú pláss fyri nógv fleiri aktivitetum, og vit hava leingi spælt við tankan um at hava eina kafé, so tað fara vit kanska at gera meira við í framtíðini, sigur Súsanna.

Ein teirra, sum hevur verið limur í Fountainhúsinum leingi, er Lone Eriksdóttir, sum í dag varðar av tí handaliga virkseminum í húsinum. Hon hevur bara gott at bera starvsfólkunum og hinum limunum í Fountainhúsinum.

- Her fær mann møguleikan at koma víðari, soleiðis at mann ikki er fastlæstur, og her fær mann eitt skump viðhvørt, bæði frá starvsfólkunum, men eisini frá hinum, sum ganga her. Tað eru tey, sum hava lært meg mest, sigur hon at enda.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026