Góðan morgun Føroyar

Nógvir dopingdómar koma av ósketni
21-02-2024
Tað nýtist ikki at vera tilætlað doping, sum liggur til grund, tá ítróttarfólk fáa dóm fyri doping.

- Tað sum motiverar meg mest við starvinum sum samskipari hjá Antidoping Føroyar, er upplýsing til føroyskar íðkarar um tær reglur, sum eru innan antidoping, tað sigur Pál V. Joensen, sum júst er byrjaður í starvinum.

Tað snýr seg um at vera sera varin, tá tú íðkar á høgum støði, tí nógvir dopingdómar koma av ósketni. Dømi eru um at ítróttarfólk taka okkurt kosttilskot, sum inniheldur okkurt, sum stendur á langa listanum við bannaðum evnum, ella at tey hava tikið onkran heilivág, sum ikki er loyvdur.

- Tó er tað so, at tú ikki skalt setast verri fyri, um tú hevur onkrar heilsutrupulleikar, so tú skalt sleppa at taka tín heilivág, men tú mást bara hava røttu loyvini til tað, sigur Pál.

Um tú vilt kenna teg trygga, tá tað snýr seg um doping, so er at fara inn á antidoping.dk, har nógv kunning er at finna. Millum annað er ein app, har til ber at kunna seg um ymsu sløgini av heilivági.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026