Áhoyrararnir skulu syngja við

24.02.2024 - 12:44
Innlendis
Áhoyrararnir skulu syngja við
Fyriskiparar av festivalinum Okkara Land leggja upp til, at áhoyrarar syngja við kendu sangunum, sum verða tekstaðir.
Festivalurin Okkara land verður 1. juni í ár.
Mynd: Okkara Land  

Nýggjasti festivalurin á marknaðinum, Okkara Land, leggur seg eftir at vera fyri tey vaksnu, sum dáma at syngja við framførdu sangunu.

Hetta er fyrstu ferð, at Dan Joensen við toymi skipa fyri einum slíkum tiltaki, men avbjóðingin er spennandi.

Fyriskipararnir hava valt at lata 50 krónur av hvørjum seldum atgongumerki til eitt vælgerandi endamál. Í ár verður stuðulin latin Barnabata.

- Vit vilja vera ein festivalur, sum gevur okkurt aftur. Tí hava vit valt at lata ein part av inntøkuni til eitt vælgerandi endamál. Í ár fær Barnabati ágóðan, kanska velja vit eitt annað vælgerandi endamál næsta ár. Tað taka vit til ta tíð, sigur Dan Joensen, fyriskipari.

Festivalurin leggur seg eftir at vera fyri tey vaksnu, og 18 ára aldursmark er fyri at sleppa inn á økið. 

Eggjað verður áhoyrarunum til at syngja væl við tónleikinum, millum annað við at seta tveir stórar skermar upp við síðurnar av pallinum við rullandi teksti til sangirnar.

Okkara Land verður hildin á økinum uttan fyri Skúlaheimið í Marknagili í Havn, og fer av bakkastokki leygardagin 1. juni.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. oktober
Breddin: Aktivisma
182184
Mikudag 16. oktober
Skratsj 16. oktobur 2024
182166
Mikudag 16. oktober
Mono - Tórður Jophannesarson - 2. sending
182164
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907