31 fólk langtíðararbeiðsleys í januar

31 fólk langtíðararbeiðsleys í januar
Í januar var minst arbeiðsloysi í Norðoyggjum og í Vágum
Í januar minst arbeiðsloysi í Norðoyggjum og Vágum og størst í Suðuroynni og Norðstreymi. (Savnsmynd)
 
26.02.2024 - 08:50

Í januar vóru 31 fólk langtíðararbeiðsleys.

Tey høvdu verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. 

Sama mánað í fjør vóru eisini 31 fólk langtíðararbeiðsleys.

Tey vóru tá 10,4 prosent av teimum arbeiðsleysu.

Í januar í ár vóru tey 8,2 prosent.

Í januar var minst arbeiðsloysi í Norðoyggjum og í Vágum.

Tað var størst í Suðuroynni og í Norðurstreymoy, skrivar Hagstovan.


Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961