Góðan morgun Føroyar

Klædnakravið í løgtinginum skal haldast
27-02-2024
Hettutroyggja og blusur við politiskum boðskapi hoyra ikki heima á tingsins røðarapalli. - Klæðini skulu vera siðilig og tignarlig, sigur Bjørt Samuelsen, tingforkvinna

Tú kanst ikki fara í hvat sum helst, tá tú skalt standa á tingsins røðarapalli, tí í løgtinginum er klædnakrav galdandi.

- Klæðini skulu vera siðilig og tignaðarlig, sigur Bjørt Samuelsen, tingforkvinna.

Herfyri stóð løgtingslimurin, Jørgen Niclasen, á tingsins røðarapalli í eini heimabundnari skipstroyggju.

Jørgen Niclasen legði mynd út á sín Facebook-vanga av hesum, men tað vísti seg, at tað vóru tey, sum høvdu hug at havast at, at hann var í heimabundnari troyggju og ikki skjúrtu, slipsi og jakka.

- Fyri meg er tað minst líka so virðiligt at vera í føroyskari, heimabundnari troyggju sum í einum útlendskum klædningi, sigur Jørgen Niclasen.

Í morgunsendingini tosa Bjørt Samuelsen og Jørgen Niclasen um klædnakrav og rættar siðareglur í løgtinginum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026