10 ár eftir kreppuna

Farnet er í Húsareynstunlinum
06-07-2025
Løgreglan fær ongar trupulleikar av samskiftinum í nýggja tunlinum í Havn, um eitt hvørt hendir har. Tað sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti

KIMA-skipanin hjá løgregluni er fult virkin í nýggja Húsareynstunlinum.

Tað slær Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, nú nýggi tunnilin í høvuðsstaðnum er tikin í nýtslu, tí hesin tunnilin hevur somu samskiftisútgerð sum allir aðrir tunlar í Føroyum hava.

- Føroya Tele var liðugt at seta netið upp fríggjakvøldið, og tað var testað í gjár, so tá tunnilin lat upp í dag var netið klárt, segði Símun Skaalum, tá vit tosaðu við hann fyrr í dag.

Hann segði tó, at tað kundu vera klumpar í, tá øll fóru ígjøgnum tunnilin beint eftir at hann lat upp, men tá nýtslan kemur niður á eitt vanligt støði, tá verður eingin trupulleiki í so máta.

Undan vikuskiftinum ljóðaði, at tað var ósemja millum kommununa og Føroya Tele, men um tað var, so vil stjórin í FT Samskifti ikki gera viðmerkingar til hana.

Trýst á leinki niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld.

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

10 ár eftir kreppuna

Tann 6. oktober 1992 fór Sjóvinnubankin av knóranum. Hetta er søgan um byrjanina til ringastu kreppu í Føroya søgu. 

Helgi Jacobsen leggur til rættis í 2002, góð 10 ár eftir, at síðani Sjóvinnubankin fór av knóranum.

Í hesari fjórðu sendingin um búskaparkreppuna er orðaskifti á skránni, og tikið verður samanum fyrstu tríggjar sendingarnar.
27-10-2017
Triðja sending um kreppuna í 1992.
22-10-2017
Onnur sending um kreppuna í 1992.
19-10-2017
Tann 6 oktober fór Sjóvinnubankin av knóranum, og neyðugt var, at hann fekk nýggjan kapital.
13-10-2017