Freistin at bera løgtinginum uppskot er farin

Freistin at bera løgtinginum uppskot er farin
Seinasti framløgudagur er 7. mars
Freistin at bera løgtingsskrivstovuni uppskot, sum skulu viðgerast í hesi tingsetuni, fór á middegi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
29.02.2024 - 11:26

Á middegi var seinasta freist at bera lógaruppskot, sum skulu viðgerast hesa tingsetuna, í tingið til eftirkanningar, áðrenn tey verða løgd fram.

Millum uppskotini, sum ikki eru komin,  er nýtt uppskot um tøkugjøld, sum Høgni Hoyda,l landdstýrismaður í vinnumálum, hevur lovað at koma við.

Haraftrat hevur Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna í umhvørvissmálum, gjørt av at broyta uppskotið um broytingar í el-veitingarlógini, sum hevur verið til hoyringar, áðrenn hon ber tað í tingið.

Freistin at bera tað uppskotið er eisini í dag, eins og uppskot um veðurlagslóg, men tað uppskotið kemur ikki fyrr enn í ólavsøkutingsetuni. 

Seinasti framløgudagur er 7. mars

Uppskot, sum ikki vóru borin í tingið á middegi,  kunnu tó leggjast fram við 17 undirskriftum frá tingsfólkum, eftr at freistin er farin.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815