- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein stórur skelkur í donsku politisku skipanini

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, sigur í fráboðan, at: Tað er við stórari sorg, at hon hevur fingið boðini um, at Søren Pape Poulsen er deyður alt ov tíðliga.
"Eg havi verið starvsfelagi við Søren í nógv ár, og afturat at hava samstarvað um nógv politiskt, so fari eg at minnast Søren sum ein samvitskufullan, ordililgan og láturmildan."
Pia Olsen Dyrhr, forkvinna í SF, sigur seg vera í djúpari sorg um tíðindini.
"Mín góði, fitti, heiti og kærleiksfulli vinur, Søren, er ikki longur her. Tað er ófatiligt og eg klári ikki at rúma tí", sigur altso Pia Olsen Dyhr, forkvinna í SF.
Søren Pape Poulsen var formaður í Konservativa flokkinum í næstan 10 ár. Hann gjørdist formaður eftir Lars Barfoed í 2014.
Frá 2016 til 2019 var Søren Pape Poulsen løgmálaráðharri í stjórini hjá Lars Løkke Rasmussen.
Fyribils er Michael Ziegler, borgarstjóri í Høje Taastrup, virkandi formaður fyri Konservativa flokkin. Tó er hann ikki politiskur leiðari.



























