- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava kært bisp

Tá fólk fóru í kirkju í morgun, var hetta fyrstu ferð, at føroyska fólkakirkjan hevur tveir próstar.
Tí hósdagin komu boðini frá bispi, at Ovi Brim er settur sum nýggjur próstur frá fríggjadegnum 1. mars at rokna.
Men hetta er ein avgerð, sum fimm prestar eru serstakliga ónøgdir við. Teir hava kært bisp fyri Almanna- og mentamálaráðnum, tí teir halda, at bæði setanartilgongdin og sjálv setanin eru farnar skeivt fram.
Prestarnir siga millum annað í kæruni, at setanartilgongin hevur verið í stríð við almenna setanarpolitikkin, at grundgevingin í setanini ikki hevur verið nøktandi, at ósaklig atlit eru tikin við í viðgerðina, at tað frammanundan var avgjørt, hvør skuldi fáa starvið, og at bert ein var tilmæltur, hóast lógin ásetur, at bispur skal geva landsstýriskvinnunni eitt raðfest tilmæli við trimum umsøkjarum.
Broyttu lógina
Málið byrjar í mai í fjør, tá løgtingið eftir tilmæli frá bispi broytir lógina, so kirkjan kann fáa ein próst afturat verandi dómprósti. Orsøkin er, at arbeiðsbyrðan hjá dómprósti er ov stór, verður sagt.
Tíðliga seinasta heyst varð so søkt innanhýsis millum prestarnar eftir nýggjum prósti. Átta av teimum 26 prestunum í tænastu í føroysku fólkakirkjuni valdu at søkja starvið.
Tríggir av teimum átta umsøkjarunum vóru kallaðir inn til setanarsamrøðu hjá eini setanarnevnd, sum ikki hevði nakað starvsfólkaumboð við.
Tann 20. oktober fáa sjey prestar avslag við boðum um, at "eftir setnarsamrøðurnar avgjørdi ein samdur setanarbólkur at innstilla tann, eftir okkara meting, best skikkaða umsøkjaran". Hetta halda prestarnir ikki vera nóg góða grundgeving fyri avslagi, og teir halda ikki, at vektingin í sambandi við viðgerðina av umsóknunum hevur verið í samsvari við lýsingina.
Sirið eigur avgerðina
Tað er Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, ið endaliga skal seta próstin. Bispur sendir tilmæli til hennara, um at seta Ova Brim í starvið. Hetta eru hinir prestarnir ónøgdir við, tí teirra fatan er, at lógin greitt sigur, at bispur skal innstilla tríggjar umsøkjarar til landsstýriskvinnuna at taka støðu til.
Bispur sendir síðani eitt raðfest tilmæli við trimum prestum, men hevur tá longu boðað prestunum frá, at Ovi Brim fer at verða settur í starvið, og tí verður mett, at landsstýriskvinnan tá er bundin av fráboðanini hjá bispi.
Prestarnir senda tí eina drúgva kæru til Almanna- og mentamálaráðið, har teir gera vart við sína ónøgd.
24. januar í ár kemur svarið frá Almanna- og mentamálaráðnum. Ráðið, sum bæði er endaligur setanarmyndugleiki og kærumyndileiki, staðfestir avgerðina hjá biskupi, um ikki at tilmæla kærarnar til starvið sum próstur í fólkakirkjuni. Altso, ráðið staðfestir avgerðina, um at seta Ova Brim í starvið.
Tó gevur ráðið kærarunum rætt í, at tað var skeivt av bispi at boða øllum prestunum frá, at hann hevur mælt til at seta Ova Brim í starvið, áðrenn landsstýriskvinnan hevði tikið endaliga støðu.
"Slík venja kann leggja eitt óneyðugt trýst á landsstýrisfólkið, sum eisini skal hava høvi at eftirkanna, hvørt týðilig brek eru við setanartilgongdini, eins og kærurætturin hjá øðrum umsøkjarum gerst óveruligur, tí atlitið at góðvarninum hjá tí, ið bispur hevur mælt til, kann tala ímóti, at avgerðin verður víst aftur til nýggja viðgerð", sum Almanna- og mentamálaráðið orðað seg í svarinum uppá kæruna, sum ráðið hevur givið Kringvarpinum innlit í.
Teir fimm prestarnir umhugsa nú, sum Kringvarpið skilir, at fara víðari við málinum og troyta aðrar kærumøguleikar.
Nøvnini strikað
Almanna- og mentamálaráðið hevur í skjølunum, sum Kringvarpið hevur fingið, strikað nøvnini á teimum FIMM prestunum, sum hava kært.
Tað hevur higartil ikki eydnast at fáa viðmerking frá Jógvani Fríðriksson, bispi.