Bispur: Kæran kann koma kærarunum aftur um brekku

03.03.2024 - 19:19
Innlendis›Samfelag
Bispur: Kæran kann koma kærarunum aftur um brekku
Jógvan Fríðriksson, bispur, vísir aftur, at alt ikki fór rætt fram, tá Ovi Brim varð settur í starv sum próstur. Kirkjan er í stórum trupulleikum í løtuni, sigur hann
Jógvan Fríðriksson heldur, at teir fimm prestarnir kunnu royna at vita, um teir fáa hann frá sum bisp

Hoyr samrøðu, við Jógvan Fríðriksson, bisp, sum heldur, at kirkjan er í kreppu, tí fimm prestar hava kært bisp til Almanna- og mentamálaráðið, tí teir eru ónøgdir við setanartilgongdina og avgerðina, tá Ovi Brim varð settur í nýtt starv sum próstur.

Teir halda, at bispur áðrenn sjálva setanartilgongdina longu hevði gjørt av, at tað skuldi vera Ovi Brim, ið fekk starvið.

Teir finnast at ymsum viðurskiftum í kæru síni til Almanna- og mentamálaráðið. Men hóast ráðið staðfestir avgerðina, um at seta Ova Brim, so gevur ráðið kærarunum rætt í, at tað var skeivt av bispi, at boðað frá, at Ovi Brim fór at fáa starvið, áðrenn Sirið Stenberg, sum er endaligur setanarmyndugleiki, hevði tikið støðu til tilmælið frá bispi.

Almanna- og mentamálaráðið hevur í skjølunum, sum Kringvarpið hevur fingið, strikað nøvnini á teimum fimm prestunum, sum hava kært.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911