Góðan morgun Føroyar

- Við bókini kanst tú hvíla teg frá tær sjálvum
04-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki

Lesiátakið snýr seg um at lesa gular bøkur. Tað vil siga bøkur, sum hava okkurt gult á permuni. Er tað kortini so, at onkur fegin vil lesa eina bók, ið ikki er gul, so ber til at seta ein gulan prikk á, siga Thordis Dahl Hansen og Sara Leonhard Dybvad, sum hava bókasavnið um hendur.

Mannagongdin er soleiðis, at tá ein bók er lisin, skal eitt bókaummæli gerast og latast inn á bókasavninum. Fyri hvørjar 10 síður fær man eitt miniegg umframt ein lutaseðil. Seinni verður lutakast um eitt stórt páskaregg og sjálvandi eisini bøkur.

At lesa hevur stóran týdning, heldur Thordis Dahl, tí við bókini kanst tú hvíla teg frá tær sjálvum. Tí hava vit øll brúk fyri viðhvørt, leggur hon aftrat.

Umframt at vera skúlabókasavn, er bókasavnið í Skúlanum við Streymin eisini opið fyri almenninginum mikudagar frá klokkan 14 til 20.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026