Streingir, ið tóna

Streingir, ið tóna
13-12-2012

Tjóðsangur okkara varð til fyrst í farnu øld. Símun av Skarði yrkti "Tú alfagra land mítt" á háskúlanum í Føgrulíð í 1906, og lagið smíðaði Petur Alberg í Havn árið eftir. Føroyingar fingu alt fyri eitt tokka til sangin, og tá ið Føroya Fólks Sangbók á fyrsta sinni kom út í 1913, stóð sangurin fremst í bókini. "Tú alfagra land mítt" hevur kortini ongantíð fingið formligt gildi sum almennur tjóðsangur. Í nógv ár høvdu "Tú alfagra land mítt" og "Eg oyggjar veit" støðu sum føroyskir tjóðsangir á jøvnum føti, men sum frá leið vann "Tú alfagra land mítt" á hinum. Í nýggju sendingini "Streingir, ið tóna", verður sagt frá um tjóðsangin og menninar, ið gjørdu hann fyri meira enn hundrað árum síðani. Turið Sigurðardóttir, Sunleif Rasmussen, Hanus Kamban, Ólavur Hátún o. o. siga frá og meta um.

Streingir, ið tóna

Í sendingini »Streingir, ið tóna«, verður sagt frá um tjóðsangin og menninar, ið gjørdu hann fyri meira enn hundrað árum síðani. Turið Sigurðardóttir, Sunleif Rasmussen, Hanus Kamban, Ólavur Hátún og onnur siga frá og meta um.

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.