Kappingareftirlitið fer ikki í rættin við Føroya Tele

Kappingareftirlitið fer ikki í rættin við Føroya Tele
Kærustovnurin broytti avgerðina og segði, at Kappingareftirlitið hevur ikki prógvað, at Føroya Tele hevði ráðandi støðu á marknaðinum
Kappingareftirlitið hevur tikið avgerðina hjá Kærustovninum um Føroya Tele til eftirtektar. (Savnsmynd)
 
06.03.2024 - 09:39

Kappingareftirlitið fer ikki í rættin við avgerðini hjá Kærustovninum um Føroya Tele.

Kappingareftirlitið segði, at Føroya Tele misbrúkti ráðandi marknaðarstøðu og breyt  kappingarlógina.

Føroya Tele kærdi til Kærustovnin.

Og Kærustovnurin broytti avgerðina, tí hann helt ikki, at Kappingareftirlitið hevði prógvað, at Føroya Tele hevði eina ráðandi støðu á marknaðinum fyri heilsølu av avtalum um fartelefoni. 

- Vit hava gjørt eina heildarmeting og taka avgerðina hjá Kærustovninum til eftirtektar, sigur Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360