Ein stór uppliving

Ein stór uppliving
Nógv fólk frá Norðoya Bú- og Heimatænastu vóru til stórfingna uppliving í Varpinum
 
07.03.2024 - 12:05

Tað er ikki á hvørjum degi, at fólk, sum búgva á bústovni hjá Norðoya Bú og Heimatænastu, fáa innbjóðing til tiltøk uttanfyri heimið. Síðsta ár var NBH eisini partur av Spæl føroyskt vikuni, men tá varð skipað fyri ymiskum tónleika framførslum á teimum ymisku heimunum.

Talan var um eina heilt serstaka løtu, tá ið bæði búfólk, tey sum fáa heimatænastu, tey sum ganga í dagtilhald, venja í Ven og Virka og tey sum koma í Virkishúsið Smæran, vórðu boðin til eina tónleikaframførslu í Varpinum.

Tað var ikki bara sum at siga tað, at fáa flutt øll búfólkini, tí m.a. skuldu 30 koyristólar flytast millum heimini og Varpið. Við góðum vilja og røskum starvfólkum eydnaðist tað at samla nógv fólk í Varpið.

Fleiri framførslur vóru hendan dagin. Millum annað sang barnakórið á Skúlatrøð nakrar sangir.
 

Tey_gomlu

 
1659160

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688