Estetiskur fimleikur: Lyra sannførandi steypasigur

Estetiskur fimleikur: Lyra sannførandi steypasigur
Lyra úr Ljósinum vann báðar steypakappingarnar í estetiskum fimleiki. Um vikuskiftið vóru tær best í Bylgjuni í Runavík, har tær tryggjaðu sær samanlagda steypasigurin
11.03.2024 - 19:19

Eingin slingur var í valsinum hjá Lyru. 

Kvinnurnar úr Ljósinum vunnu sannførandi á Huldu úr Havnar Fimleikafelag í seinnu steypakappingini um vikuskiftið. 

Lyra fekk 22.75 stig í Bylgjuni í Runavík og 45,6 stig samanlag, meðan Hulda fekk 21,77 á degnum og tilsamans 44,2 stig.

 - Hetta er ein ordiliga góð kensla. Vit eru ordiliga glaðar, segði Kristin Thomsen, sum er ein av fimleikarunum á liðnum.

Í næstum fara bæði Lyra og Hulda til stóra World Cup-kapping í Finnlandi, har tær skulu millum annað skulu kappast ímóti liðum úr Fraklandi, Danmark og Finnlandi.

 - Vit vóna sjálvandi at standa okkum væl í kappingini, síggja framgongd og síggja, hvar vit liggja í mun til hini liðini, segði Rósa Eysturskarð, ein onnur av íðkarunum hjá Lyru.

 - Vit vilja sjálvandi øgiliga fegnar vinna á teimum donsku liðunum, tað er eitt stórt mál, greiddi Kristin Thomsen frá.

Tær dylja kortini ikki, at tær fegnar vilja vinna á Huldu eina ferð afturat.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816