Borgarafundur um framhaldsdeild í Eysturkommunu

Borgarafundur um framhaldsdeild í Eysturkommunu
Landsstýrismaðurin heldur ikki, at málið er nóg væl upplýst enn
Henda myndin var tikin, tá arbeiðsbólkurin handaði Peri Martini Gregersen, borgarstjóra, niðurstøðuna um framhaldsdeild í Eysturkommunu.
Mynd: Eysturkommuna  
 
12.03.2024 - 15:55

Um eina viku, 19. mars, verður borgarafundur í Eysturkommunu um at skipa egna framhaldsdeild í kommununi.

Frágreiðing frá arbeiðsbólkinum, sum hevur kannað møguleikan at skipa egna framhaldsdeild, verður løgd fram, og fólk fáa høvi til at seta spurningar og kjakast.

Nakað av almennum kjaki hevur longu tikið seg upp um málið. Tí Fuglafjarðar kommuna vil ikki góðtaka, at Eysturkommuna tekur seg burturúr skúlasamstarvinum og skipar egna framhaldsdeild.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, segði við Kringvarpið um vikuskiftið, at ein umsókn er komin frá Eysturkommunu um at slíta skúlasamstarvið, men at málið ikki er nóg væl upplýst enn.

Borgarafundurin verður í bygdarhúsinum í Leirvík 19. mars kl.19.30.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV