Føroysk ung: Sóu mann skjóta seg í høvdið á Snapchat

bannari
Føroysk ung: Sóu mann skjóta seg í høvdið á Snapchat
Tað er púra vanligt hjá børnum og ungum í Føroyum at síggja sjálvskaða, sjálvmorð og kynsligt innihald á sosialu miðlunum á netinum
Mynd: Bárður Veihe  
 
15.03.2024 - 07:00

"Eg minnist framvegis eitt video, har ein maður gjørdi sjálvmorð."

Orðini eigur 15 ára gamla Elinborg Dávadóttir úr Skúlanum við Løkin í Runavík, og videobrotið, sum hon tosar um, sá hon á sosialum miðlum fyri nøkrum árum síðani. 

Eins og nógv onnur ung hevur Elinborg átt snildfon, síðani hon var átta ára gomul. Og hóast hon var nøkur ár eldri, tá ið hon slapp at fáa sær atgongd til sosialar miðlar, so brúkar hon nú nógvar tímar í talgilda heiminum. 

Elinborg ásannar, at hon sær ótespiligt innihald á sosialum miðlum nakrar ferðir um vikuna, og Elinborg er á ongan hátt einsamøll.  

"Ein maður, sum skeyt seg sjálvan í høvdið, tað bleiv sent runt á Snapchat.  Sovorðið har, tað er kanska eitt sindur ógvisligt, tá blívur tað eitt sindur óbehagiligt."

Elinborg, 15 ár

 

Sosialir miðlar eru partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu í dag. Og við einari snildfon í hondini hevur tú beinleiðis atgongd til talgilda heimin - eins og talgildi heimurin hevur atgongd til tín. 

Fyri fleiri føroysk ung merkir hetta, at tey javnan síggja filmsbrot við sjálvskaða, sjálvmorði og kynsligum innihaldi, tá ið tey brúka sosialu miðlarnar Snapchat og Instagram. 

 

 

Ester Lamhauge, Hákun Thomsen, Villiam L. Olsen og Elinborg Dávadóttir ganga øll í framhaldsdeildini í Skúlanum við Løkin í Runavík. Tey hava øll havt snildfon, síðani tey vóru sjey til átta ára gomul.

Tað er eitt sindur ymiskt, nær tey byrjaðu at brúka sosialar miðlar, men tey hava øll sæð videobrot við sjálvskaða, sjálvmorði og kynsligum innihaldi á sosialum miðlum. 

 

20240315_NET_BORN_A_NETINUM_01

 

Føroyar ikki øðrvísi enn onnur lond

Í Føroyum finnast ikki kanningar ella tøl fyri, hvussu vanligt tað er, at børn og ung síggja og uppliva harðligt ella ónærisligt tilfar á sosialum miðlum. 

Men ein kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri danska kringvarpið, DR, ið hevur viðgjørt evnið í einum nýggjum dokumentari, sæst, at trý út av fýra børnum millum níggju og 14 ár síggja ótespiligt innihald regluliga á netinum.

"Tað er eingin orsøk til at halda, at nakað hesum viðvíkjandi skuldi verið øðrvísi í Føroyum enn í øðrum londum," sigur Daisy J. Iversen, sum er SSP-ráðgevi. 

SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum teir fakbólkar, ið fáast við børn og ung í Føroyum, og tað stendur fyri “Skúli”, “Sosialir myndugleikar” og “Politi”.

 

Hjá SSP hava tey fingið fleiri fráboðanir í ár, sum snúgva seg um børn og ung, ið hava sæð óhóskandi videobrot á alnetinum ella hava upplivað óhóskandi atburð.

Børn fortelja, at tey fáa nakinmyndir frá fremmandum. Eins og fremmandafólk skriva til tey og biðja um óhóskandi myndir av teimum, fortelur Daisy J. Iversen. 

 

20240315_NET_BORN_A_NETINUM_02

 

"Vit eru vanar við tað”

Tey ungu í framhaldsdeildini í Skúlanum við Løkin, sum Kringvarpið hevur tosað við, fortelja somuleiðis um nakinmyndir, sum fremmand fólk senda teimum á sosiala miðlinum Snapchat. 

Fyri Hákun og Villiam er tað komið fyri, at teir hava sæð nakinmyndir, men tað er ikki so ofta. 

Hinvegin fortelja Esther og Elinborg, at tað hendir so ofta, at tær nærum ikki hugsa um tað longur. 

 

20240315_NET_BORN_A_NETINUM_03

 

Góð ráð til foreldur

Tað kann tykjast torskilt hjá foreldrum at seta seg inn í sosialar miðlar og ta tøkni, sum er grundarlagið undir sosialu miðlunum.

Tað finst kortini nógv hjálp og nógvar vegleiðingar á netinum, sum eru gjørdar við tí endamáli at hjálpa foreldrum at gera vangarnar hjá børnum og sær sjálvum tryggari.

Eitt nú hevur Center for Digital Pædagogik orðað nøkur góð ráð til foreldur, soleiðis at tey kunnu vera við til at tryggja tilveruna hjá børnunum á netinum. 

Góðu ráðini kanst tú lesa her: https://cfdp.dk/blog/unges-digitale-liv/alene-hjemme-paa-nettet/

Eisini hevur "Slet det"-ráðgevingin hjá danska felagsskapinum Red Barnet gjørt vegleiðingar til at gera vangar á ymsu sosialu pallunum meira privatar og á hendan hátt forða fyri, at óviðkomandi og ótespiligt innihald verður sent ella kemur fram til barnið.

Tey kanst tú lesa meira um her: https://sletdet.redbarnet.dk/slettevejledninger/

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. november
Vikuskiftið 9 nov 2024
183319
Fríggjadag 8. november
RagnarRokk:Neal Morse um No Hill For A Climber
183242
Fríggjadag 8. november
Góðan morgun Føroyar
183285
Fríggjadag 8. november
Morgunlestur fríggjadagur 8. november 2024
183014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. november
Veðrið
183323
Fríggjadag 8. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183283
Hósdag 7. november
Fólksins rødd - um kommunuvalið (2:4)
183254
Mikudag 6. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
183221
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172