Álitið um kringvarpsgjaldið kemur væntandi í morgin

Álitið um kringvarpsgjaldið kemur væntandi í morgin
Miðað verður eftir, at mentanarnevndin skal verða samd, men tað verður torført, sigur nevndarformaðurin
Onkrar broytingar vera í álitinum frá mentanarnevndini um kringvarpsgjald. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
21.03.2024 - 11:14

Væntandi kemur álitið um kringvarpsgjaldið í morgin.

Tað sigur formaðurin í mentanarnevndini hjá løgtinginum, Sólvit E. Nolsø.

Hann sigur, at hann miðar eftir at fáa samda nevnd, men tað verður torført, ásannar hann.

 

Onkrar broytingar

Onkrar broytingar vera gjørdar í uppskotinum hjá landsstýrinum. Sólvit E. Nolsø vil ikki siga, hvørjar tær eru. 

Men tað er ikki vanligt at broyta eitt lógaruppskot negativa vegin, sigur hann.

Verður álitið lagt fram í morgin, verða onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla í fyrsta lagi 11. apríl, tá fyrsti tingfundur verður eftir tann, sum er í morgin.

 

Sólvit E. Nolsø er formaður í mentanarnevndini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

13 krónur aftrat um mánaðin

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur skotið upp at hækka kringvarpsgjaldið 13 krónur, upp í 165 krónur um mánaðin. 

Gjaldið hjá pensjónistum, sum hevur verið 50 krónur, hækkar sambært uppskotinum upp í 63 krónur um mánaðin. 

Uppskotið mælir eisini til bíligari kringvarpsgjald hjá smáum virkjum og stovnum.

Skotið verður eisini upp at prístalsjavna kringvarpsgjaldið. Higartil hevur eingin prístalajavning verið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911