Viðgera nú uppskotið um fosturtøku

Viðgera nú uppskotið um fosturtøku
Eftir fyrstu viðgerð fer uppskotið í rættarnevndina
Felagsskapurin Pro Vita, sum er ímóti uppskotinum um nýggja fosturtøku, setti skelti upp í garðinum uttan fyri Sloans hús við Tinghúsvegin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.03.2024 - 13:49

Løgtingið hevur í løtuni fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá Bjarna Kárasyni Petersen, landsstýrismanni í lógarmalum, um nýggja fosturtøkulóg.

Sambært uppskotinum skulu kvinnur, sum búgva í Føroyum, fáa møguleika at fáa fría fosturtøku til og við  12. viku í viðgongutíðini.

Kvinna kann fáa fosturtøku eftir 12. viku í viðgongutíðini, um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda, ella um inntrivið er neyðugt fyri at forða fyri, at likamliga og sálarliga heilsan viknar munandi, og vandin fyri hesum er læknaliga grundaður.

Les uppskotið her

Galdandi lóg um fosturtøku er frá 1956, og er á mangan hátt ótíðarhóskandi, sigur Bjarni Kárason Petersen. 

Fylg við orðaskiftinum her.

Eftir fyrstu viðgerð fer uppskotið í rættarnevndina.

Millum áhoyrararnir í tinginum í dag eru bæði fólk, sum eru fyri fríari fosturtøku, og sum eru ímóti.

Og felagsskapurin Pro Vita, sum er ímóti fosturtøku, hevði eisini sangløtu í Sloans húsum.

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar:

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025