Mein fyri lívið

Mein fyri lívið
24-03-2024
Ein sending um manningina á "Heldarstindi", sum fyri nú 30 árum síðani fekk eina bumbu við sinnopsgassi í trolið í Eystursjónum.

22. mars 1984 byrjaði eins og allir aðrir dagar hjá manningini á Heldarstindi, sum tá í fleiri ár hevði roynt eftir toski í Eystrasalti. At fáa bumbur í trolið var ikki óvanligt, og tí hildu teir ikki stórvegis fara at henda, tá teir fingu eina bumbu við sinnopsgassi í trolið júst hendan morgunin. Men innihaldið í bumbuni, sum teir siga var kleimið og mest minti um feitt, fekk álvarsligar fylgjur fyri teir allar. Teir brendust illa og mistu sjónina. Tað hevði við sær, at teir noyddust at liggja á sjúkrahúsi í Danmark í ein mánað, umframt at teir eftirfylgjandi gingu heima leingi. 10 eftir hendinna hitti sjónvarpið teir 7 menninar. Hóast allir siga seg hava tað hampuligt, so hava allir trupulleikar við eygum og lungum. Teir fingu mein fyri lívið.

Mein fyri lívið

Sendingin "Mein fyri lívið" var fyrstu ferð send 22. mars 1994, 10 ára dagin eftir ræðuligu vanlukkuna umborð á Heldarstindi. "Mein fyri lívið" er ein sending um manningina á "Heldarstindi", sum ein lagnudag í 1984 fekk eina bumbu við sinnopsgassi í trolið í Eystursjónum.

Sendingina gjørdu: Sigmar Bláberg, Bjarni Rubeksen, Jógvan Páll Johannesen og Sven Bergur Jensen.

Ein sending um manningina á "Heldarstindi", sum fyri nú 30 árum síðani fekk eina bumbu við sinnopsgassi í trolið í Eystursjónum.
24-03-2024