Heiðurskonsert: Stongum og Guttesen

Fagnaðarkvøld fyri Stongum og Guttesen (2:2)
01-04-2024

Leygarkvøldið 27. januar var stórt fagnaðartiltak í Dansistovuni í Sørvági til heiðurs fyri Vágasound-legendunum Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum, sum vit serliga kenna frá bólkinum Tinganest. Fagnaðarkvøldið varð fyriskipað í sambandi við, at Jóan Jakku og Magnus fyltu ávikavist 75 og 74 ár. Á skránni vóru røður og tulkingar av sangum hjá teimum báðum. Jóhan Mikkelsen, ið eisini var pallstjóri, legði fyri saman við bólkinum Blátt gras. Síðani komu Sámal Ravnsfjall, Hips um Haps, Garpar, Jákup á Stongum, Holgar Jacobsen og Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen. Kvøldið endaði við at føðingardagsbørnini fóru á pallin at spæla nakrar sangir.

Heiðurskonsert: Stongum og Guttesen

Leygarkvøldið 27. januar var stórt fagnaðartiltak í Dansistovuni í Sørvági, sum var fyriskipað í sambandi við, at Jóan Jakku og Magnus fyltu ávikavist 75 og 74 ár. Á skránni vóru røður og tulkingar av sangum hjá teimum báðum.