Skaðagrindin í Sandvík í 1915

Skaðagrindin í Sandvík í 1915
13-02-2015
14 ungir mans lótu lív, meðan teir vóru í grind í Sandvík 13. februar 1915

Grindaboð í Sandvík ljóðaði av hvørjum munni í Hvalba hin 13. februar 1915. Fólk runnu allastaðni. Menn runnu upp á loft og niður í kjallaran, úti í hjall og í hoyggjhús. Teir tóku fram hvalvákn og grindakrók, belti við slíðra og grindaknívi í. Teir tóku fram brýni og hvítmálað grindakast við línu í...

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Skaðagrindin í Sandvík í 1915

Tann 13. februar í 1915 hendi ein sorgarleikur av teimum stóru í Sandvík. Grindaboð vóru í Sandvík henda dagin, og sandvíkingar og hvalbingar fóru í grind. Men vanlukka hendi og 14 mans sjólótust. Í hesari sendingini frá 2015 er samrøða er við Niels Mørk, ið var í grind í Sandvík henda vanlukkudagin.