Hákun og Óli í European League-fjórðingsfinalurnar

Hákun og Óli í European League-fjórðingsfinalurnar
Sävehof og Füchse Berlin vunnu seg í kvøld í fjórðingsfinalurnar í Evropa League. Hákun West av Teigum og teir møta Nantes, meðan Óli Mittún rennir seg í Jóhan á Plógv Hansen
Hákun West av Teigum kann síggja fram ímóti European League-fjórðingsfinalu
 
02.04.2024 - 21:50

Bæði Hákun West av Teigum og Óli Mittún skulu spæla fjórðingsfinalu í European League-kappingin hjá EHF.

Føroyski vongurin og felag hansara, Füchse Berlin, vunnu tryggan 34-28 sigur á Kadetten í aðru áttandapartsfinaluni týskvøldið, og tað gav berlinrevunum ein tíggjumálssigur samanlagt.

Hákun West av Teigum, sum skeyt fimm mál í landskappingardysti um vikuskiftið, spældi ikki stóran leiklut hesa ferð.

 

Óli og Sävehof vendu øllum á høvdið

Meðan Füchse Berlin hevði leiðsluna undan seinna dystinum í kvøld, stóð verri til hjá Óla Mittún og hinum í IK Sävehof.

Sviar taptu nevniliga fyrra dystin fyri TSV Hannover Burgdorf við fýra málum, men heima á Partille Arena vendu teir gulu og svørtu øllum og endaðu við at vinna við heili níggju málum 34-25.

Føroyska stórtalentið skeyt tvey mál og legði upp til ikki færri enn níggju.

 


Óli Mittún spældi enn einaferð stóran leiklut í flottum avrikið hjá IK Sävehof,  sum nú skal spæla fjórðingsfinalu ímóti Flensburg og Jóhan á Plógv Hansen.

 

Renna seg í Jóhan

í fjórðingsfinaluni bíðar ein uppaftur størri uppgáva fyri IK Sävehof og Óla Mittún. Teir renna seg nevniliga í triðja føroyingin í kappingini, Jóhan á Plógv Hansen, og krútsterka Flensburg-Handewitt, sum við fyrsta plássinum í bólkaspælinum leyp áttandapartsfinalurnar um.

Füchse Berlin og Hakun West av Teigum bresta saman við franska felagnum, Nantes, sum í løtuni liggur á 2. plássi í bestu fronsku deildini aftanfyri PSG.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483