Pauli fekk stóran skaða í eygað

Pauli fekk stóran skaða í eygað
Undir venjing fekk Pauli Jacobsen ein bólt í høvdið, sum rakti so meint, at hann fekk stóran skaða í høgra eygað
Pauli Jacobsen er ein av profilunum á føroyska A-landsliðnum í hondbólti. Seinastu fýra vikurnar hevur hann drigist við skaða í høgra eyga, og enn er ógreitt, um hann verður klárur til landsdystirnar í mai.
 
05.04.2024 - 12:36

Pauli Jacobsen, landsliðsmálmaður í hondbólti, fekk álvarsaman skaða í høgra eygað undir venjing herfyri, sum hevði við sær, at ikki hann hevur kunnað vant hondbólt í fýra vikur. 

At byrja við helt Pauli bara, at talan var um enn ein bólt í høvdið, men tað vísti seg, at høgra eygað hevði fingið stóran skaða.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Seinni sama kvøld, sum Pauli varð raktur av bólti, tók ein vinmaður mynd av honum og sendi hana til ein lækna.

Læknin bað Paula fara á sjúkrahúsið alt fyri eitt, har hann varð kannaður og innlagdur.

Morgunin eftir varð hann kannaður av eygnalækna, sum staðfesti alt fyri eitt, at ein riva var á nethinnuni, og at talan var um nethinnuloysn. 

Pauli Jacobsen skuldi leggjast undir skurð alt fyri eitt. 

pauli_jacobsen_eftir_skurdvidgerd.jpg

Caption: 
Soleiðis sá Pauli Jacobsen út nakrar dagar eftir skurðviðgerðina. (privatmynd)

 

Fyrsta vikan var tung

Skurðviðgerðin gekk, sum hon skuldi, men fyrstu vikuna kundi Pauli nærum einki gera.

Sjónin á høgra eyga var sera avmarkað, og hann mátti ikki lesa ella hyggja í telefonina.

- Fyrsta vikan var tung at koma ígjøgnum, sigur hann í telefonini úr Danmark, har hann býr og spælir við danska felagnum HØJ í næstbestu deildini. 

 

EM í hondbólti 2024, EM24, Føroyar, Slovenia, Pauli Jacobsen

Caption: 
Í mai mánaði skal føroyska A-landsliðið spæla HM-undankappingardystir móti Norðurmakedónia, men enn er ógreitt, um Pauli verður klárur. 

 

Heim at venja uppaftur

Nú eru fýra vikar lidnar, síðan skaðin hendi, og í næstu viku sleppur Pauli so spakuliga í gongd við venjingina aftur. 

Danska hondbóltskappingarárið er av, so hann fær skjótt frí frá hondbólti í Danmark, men fyri framman standa landsdystir. 

So fyri at kunna venja uppaftur alt fyri eitt fer Pauli Jacobsen heim at venja saman við barndómsfelagnum H71 í eina tíð.

Í løtuni veit hann ikki, nær hann kann spæla aftur á hægsta stigi, men tað er greitt, at Pauli Jacobsen frameftir fer at spæla í verndarbrillum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187