Sólarmyrking sæst kanska á okkara leiðum

Sólarmyrking sæst kanska á okkara leiðum
Umleið 43 prosent møguleiki er fyri, at sólarmyrkingin sæst í Føroyum
Klokkan 20:29:34 er sólarmyrkingin í hæddini í Føroyum.
 
08.04.2024 - 13:47

Í kvøld kl.19:51:53, - altso klokkan 8 min. í 8 í kvøld, byrjar sólarmyrking, sum kann síggjast á okkara leiðum og vestureftir.

Klokkan 20:29:34 er sólarmyrkingin í hæddini her í Føroyum.

Síðani sleppur mánin sólini aftur.

Tað vil siga, at sólarmyrkingin varar í 1 tíma, 35 minuttir og 7 sekund.

Og klokkan 20:34:20 er sólsetur í kvøld.

Sambært Timeanddate.com eru 42.63 prosent møguleiki fyri, at vit í Føroyum síggja sólarmyrkingina, meeeen sum veðrið er, eru ikki stór sannlíkindi fyri, at vit síggja nakað sum helst til sólarmyrkingina. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339