Pedagogfelagið aftur til samráðingarborðið í dag

Pedagogfelagið aftur til samráðingarborðið í dag
Báðir partar vísa vilja at fáa samráðingarnar at ganga skjótt og smidliga, sigur Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum
Sanna á Løgmansbø er forkvinna í Pedagogfelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.04.2024 - 13:04

Klokkan 13 fer Pedagogfelagið aftur til samráðingar við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Tríggir fundir eru lagdir til rættis. tann fyrsti var í seinastu viku, og annar fundurin er í dag.

Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum, vil einki siga um, hvat er á samráðingarborðinum:

- Men eg kann siga so mikið, at vit eru jalig, og tað tykist hin parturin eisini at vera.

 

Fór úr gildi fyri einum ári síðani

Báðir partar vísa vilja at fáa samráðingarnar at ganga skjótt og smidliga, sigur Sanna á Løgmansbø.

- Í næstu viku vænti eg, vit fara at síggja, hvønn veg tað ber, sigur forkvinnan.

Triði samráðingarfundurin verður mikudagin í næstu viku. Sáttmálin var galdandi til 1. apríl í fjør.

Trý onnur feløg á almenna arbeiðsmarknaðinumhava ikki fingið nýggjan sáttmála enn.

Tey eru Maskinmeistarafelagið, Skipara- og navigatørfelagið og Havnar arbeiðskvinnufelag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809