Sinnisbati: Stórar avbjóðingar á sálarheilsuøkinum

Sinnisbati: Stórar avbjóðingar á sálarheilsuøkinum
Felagið hevði aðalfund 19. mars
Nevndin í Sinnisbata. Súsanna Olsen heldur fram sum forkvinna.
 
10.04.2024 - 15:38

Stórar avbjóðingar eru á sálarheilsu- og psykiatriska økinum, og tað er av alstórum týdningi, at økið verður raðfest hægri politiskt.

Tað sigur felagið Sinnisbati, sum hevði aðalfund 19. mars.

Nevndin skipaði seg við Súsonnu Olsen sum forkvinnu og Odu Jóhansdóttir sum næstforkvinnu.

Nevndin sigur, at felagið fer at varpa størri ljós á fleiri viðurskifti, ið hon heldur vera týdningarmikil fyri at uppraðfesta økið. 

 

Leikur um sálarsjúku

- Vit fara at varpa ljós á, hvat vit kunnu gera, meðan vit bíða eftir, at politiska skipanin handlar, sigur nevndin.

Tað næsta á skránni er frumsýning av nýggja leikinum, Løstir. Hetta er leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið, ið Sinnisbati er partur av.

Við leikinum vónar nevndin at vera við til at skapa eina samrøðu um tabuevni og varpa ljós á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit duga betur at tosa opið um tað at stríðast sálarliga.

Leikurin verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum 24. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938