- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tamdur seyður er ringur at reka
- Tá Jesus sigur, at ’Mínir seyðir hoyra reyst mína’, so sigur tað í yvirførdum týdningi, at vit menniskju ikki hoyra, hvat tað er Jesus í veruleikanum sigur, sigur Martha H. Mýri.
- Tað verður sagt, at upp á ein ella tveir mánaðir í dag, hoyra vit menniskju meiri, enn tey gjørdu upp á eitt heilt lív í miðøldini. So vit verða bombarderaði við informatión allatíðina, og vit fáa at vita, at sannleiki er her ella har og at sannleikin er relativur. Har er tað, at Jesus sigur tað so einfalt, at mínir seyðir hoyra rødd mína. Trúgvin kemur av tí sum verður hoyrt, greiðir Silas Olofson frá.
Martha H. Mýri og Silas Olofson eru gestir í sendingini Skrivað stendur, sum kemur í útvarpinum nú klokkan 11:00.
Eg og faðirin eru eitt
Guðsspottandi
Í sendingini umrøða fólk prædikutekstin, sum prædikast skal yvir í kirkjuni sunnudagin. Hesaferð snýr hann seg um, tá ið Jesus sigur jødunum frá, at hann er Messias og at hann og faðirin eru eitt.
Hetta hevur verið Guðsspottandi í jødana oyrum og teir siga við Hann: Ert tú Kristus, tá sig okkum tað beint fram! Jesus svarar teimum, at Hann hevur sagt tað fleiri ferðir, men tey hoyra ikki, ella vilja ikki hoyra, hvat tað er Hann sigur og hvønn Hann sigur seg vera.
- Men fyri at hoyra Jesus, krevst friður og hugsavnan. Og tann friðin finni eg úti í náttúruni, meðan onkur annar finnur friðin onkra aðrastaðni, sigur Silas, sum heldur at tað hevur týdning fyri menniskja at søkja friðin av og á.
Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva ikki.
Hin góði hirðin
Jesus brúkar ofta hirðamyndina, har Hann er tann góði hirði og menniskja er seyðurin.
- Vit hava seyð úti á Raktanga á Strondum, sum pápi mín røktar og tekur sær av. Einaferð tá ið beiggi mín hevði koyrt veðrarnar út, vóru teir rættliga villir og hann visti ikki síni livandi ráð, hvussu hann skuldi fáa teir í rætt aftur. Men so kom pápi mín koyrandi stillilsliga út á tangan. Veðrarnir kendi hann aftur og komu allir róliga marsjerani í rætt. Henda myndin frá náttúruni vísir, at tú behøvist ikki at rekast í rætt, um tú kennir hirðan - so eg haldi at hirðamyndin er ein sera góð mynd, sigur Martha.
- Ein seyður vil ikki klippast, hann vil ikki hava medisin, men hirðin veit, at seyðurn skal klippast og fáa medisin. Tí er hirðamyndin genial, tí hon sigur, seyðurin veit ikki hvat er best fyri hann, men hirðin veit hvat er best fyri hann, og tað er tað, sum seyðurin kann hvíla trygt í, sigur Silas.
- Pápin mín fortaldi mær, at seyður sum er tamdur er ringur at reka, leggur Martha brosandi afturat.
Tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum
Hvør er við og hvør er ikki við?
- Jesus sigur: ’Tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum’. Also onkur er við í seyðafylginum og onkur er ikki. Hvussu tulka tit tað? Spyr Armgað Arge.
Svarið og onnur evnið umrøða Martha H. Mýru og Silas Olofson í sendingini Skrivað stendur í útvarpinum kl. 11:00. Tú hevur eisini møguleikan at hoyra sendingina nú, við at trýsta HER.
Jesus sigur seg vera Messias og eitt við faðirinum; men Jødar siga hann at spotta Guð
Prædikuteksturin til annan sunnudagur eftir páskadag.
Onnur tekstarøð
Jóh. 10,22-30.
v22: So kom tempulvígsluhátíðin í Jerúsalem. Tað var vetur.
v23: Og Jesus gekk umkring í halgidóminum, í súlnagangi Sálomons.
v24: Tá umringaðu Jødarnir hann og søgdu við hann: «Hvussu leingi vilt tú halda sál okkara í óvissu? Ert tú Kristus, tá sig okkum tað beint fram!»
v25: Jesus svaraði teimum: «Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva ikki. Teir gerningarnir, sum eg geri í navni faðirs míns, teir vitna um meg;
v26: men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum.
v27: Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær,
v28: og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni.
v29: Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins.
v30: Eg og faðirin eru eitt.»
Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis.