Løgtingið skal viðgera nógvar milliardir og milliónir í dag

Løgtingið skal viðgera nógvar milliardir og milliónir í dag
Uppskotið um játtanarkarmar og uppskotið um eykajáttanarlóg hava fyrstu viðgerð
Løgtingið skal viðgera 2025 í dag.
 
12.04.2024 - 07:53

Pengar eru á skránni hjá løgtinginum í dag.

Uppskotið um játtanarkarmar og uppskotið um eykajáttanarlóg hava fyrstu viðgerð.

Fíggjarmálaráðið væntar, at fíggjarlógin næsta ár fer at hava 12,6 milliónir krónur í halli, eftir at átøk eru sett í verk.

Tað sigur uppskotið til samtyktar um játtanarkarmar fyri 2025.

Útreiðslukarmurin verður sjey milliardir og 537 milliónir kr. Framskrivaðu inntøkurnar verða sjey milliardir og 546 milliónir kr.

Raksturin í 2025 verður mettur at kosta slakar sjey milliardir kr.

600 milliónir fara til íløgur.

Uppskotið um eykajáttan hevur slakar 30 milliónir í rakstrarhalli.

Tingfundurin byrjar longu klokkan hálvgum tíggju.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044