Ísland vertur fyri HM í manshondbólti í 2031

Ísland vertur fyri HM í manshondbólti í 2031
Ísland verður vertur fyri HM í manshondbólti í 2031 saman við Danmark og Norra, hevur altjóða hondbóltssamgongan gjørt av
Ísland verður ein av vertunum fyri HM í manshondbólti í 2031
Mynd: mbl.is  
 
16.04.2024 - 14:14

Fyri fyrstu ferð síðan 1995 verður Ísland vertur fyri HM í manshondbólti.

Ísland skal hýsa endaspælinum í 2031 saman við Danmark og Norra, hevur altjóða hondbóltssamgongan, IHF, gjørt av í dag.

Tveir innleiðandi bólkar og eitt miðumfar skulu spælast í bæði Íslandi og Norra, meðan Danmark skal hýsa fýra innleiðandi bólkum, tveimum miðumførum og øllum dystunum í endaspælinum.

 - Hetta samstarvið fer ikki bert at menna íslendskan hondbólt, men eisini at vísa, at minni lond megna at hýsa stórum altjóða kappingum ígjøgnum samstarv, segði Guðmundur B. Ólafsson, formaður í íslendska hondbóltssambandinum, sambært IHF.

Í Danmark eru tey glað fyri at hava fingið enn eitt endaspæl, men fegnast serliga um, at Ísland aftur verður vertur.

 - Vit vita av royndum, hvussu nógv eitt endaspæl kann merkja fyri menningina av hondbólti í vertslondunum. Tí merkir tað nógv fyri meg, at vit saman við Norra kunnu verða við til at tryggja, at eitt lítið land, men ein stór hondbóltstjóð, sum Ísland fær møguleikan, segði formaðurin í danska hondbóltssambandinum, Morten Stig Christensen, sambært danskhaandbold.dk.

 

Altjóða hondbóltssambandið kunngjørdi vertslondini fyri í alt fýra endaspøl:

HM í kvinnuhondbólti 2029: Spania
HM í manshondbólti 2029: Frakland og Týskland
HM í kvinnuhondbólti 2031: Kekkia og Pólland
HM í manshondbólti 2031: Danmark, Norra og Ísland

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV