Ein mánaður afturat til tunnilsmálið

Ein mánaður afturat til tunnilsmálið
Rættarnevndin hevur nú freist til 4.november at skriva álit um lógaruppskotini um Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil og allar hinar tunlarnar í landinum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir er forkvinna í rættarnevndini
 
07.10.2013 - 08:51

Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið ein mánað afturat til at viðgera øll tunnilsmálini, sum nevndin fekk stutt eftir ólavsøku. Rættarnevndin hevur nú freist til 4.november at skriva álit um lógaruppskotini um Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil og allar hinar tunlarnar í landinum.

Nevndin hevur longu viðgjørt málini á sjey fundum, men so kom stígur í tunnilsmálið. Og nú verður bíðað eftir semju í samgonguni um, hvat skal gerast. Rættarnevndin bað tí løgtingsformannin um ein mánað afturat til at enda málini, og tað fekk nevndin fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542