260 hjún vóru vígd í fjør - 61 fóru hvør til sítt

260 hjún vóru vígd í fjør - 61 fóru hvør til sítt
Kirkjuligar vígslur vóru 162 í fjør og borgaraligar 98
Síðani 1990 vóru flestu vígslur í 1999, tær vóru 299. (Savnsmynd)
 
07.05.2024 - 08:56

Í fjør vóru 260 hjún vígd í Føroyum. Í 2022 vóru tey 287.

Kirkjuligar vígslur vóru 162 í fjør og borgaraligar 98, skrivar Hagstovan.

Lutfallið var tað sama í 2022.

Í fjør vóru 61 hjúnaskilnaðir. Teir vóru 64 í 2022.

 

Flestu vígslur í 1999

Síðani 1990 vóru flestu vígslur í 1999, tær vóru 299. Tær fæstu vóru í 1996, 186.

Flestu skilnaðir vóru í 2010, 92.

Teir fæstu vóru í 1996. Tá blivu 32 hjún skild.

Meira enn helvtin teirra, sum búgva í Føroyum, er ógift. Tey eru 54,3 prosent, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342