Teitur spælir "Poetry & Aeroplanes" á G!

Teitur spælir "Poetry & Aeroplanes" á G!
Gestirnir á G! festivalinum í ár fáa høvi at hoyra Teitur spæla sítt meistaraverk "Poetry & Aeroplanes" úr enda í annan í Syðrugøtu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.05.2024 - 23:00

Fyri tjúgu árum síðani avrikaði ein ungur havnarmaður nakað, sum í føroyskum tónleikaligum høpi svarar til at lenda á mánanum.

Tað var, tá ið Teitur Lassen fekk plátusáttmála í lag við stóra plátufelagið Universal í Amerika. 

Plátan, sum spurdist burtur úr samstarvinum, var "Poetry & Aeroplanes".

Soleiðis kunnger G! festivalurin, at Teitur kemur við bólki á G! at spæla "Poetry & Aeroplanes" úr enda í annan á ársins festivali.

G! festivalurin boðar eisini frá, at tað verður ikki spart upp á nakað, tí Teitur sleppur eisini at taka strúkarar við. 

 

Eitt meistaraverk

"Poetry & Aeroplanes" verður av mongum roknað sum eitt meistaraverk, sum enn í dag stendur sum ein sannur varði í sangara/lagsmíð rúgvuni. 

Ein av teimum, ið virðismetir "Poetry & Aeroplanes" ómetaliga høgt, er amerikanska megastjørnan John Mayer. Hann hevur júst róst Teiti og "Poetry & Aeroplanes" til skýggja í sínum poddvarpi "Life Of John Mayer". 

Umframt Teit, so er greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), Teitur (FO), Swangah (FO),The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) Jógvan (FO) Agat (IL) Nelly Moar (NO) Sound of the Damned (GL) Das Body (NO) Plúmm (FO) og GRÓA (IS) eisini spæla á G! 2024. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329