Blinken í Ukraina

Blinken í Ukraina
Amerikanski uttanríkisráðharrin, sum kom við toki til Kyiv, fer m.a. at hitta Zelenskjy, forseta
Amerikanski uttanríkisráðharrin hitti ukrainska forsetan í Kyiv í dag.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.05.2024 - 10:44

Amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken er komin til høvuðsstaðin í Ukraina, Kyiv, har hann m.a. fer at hitta forsetan í landinum, Volodymyr Zelenskyj.

Einki hevur verið sagt um ferðina hjá Blinken, áðrenn hann tíðliga í morgun kom við toki til Kyiv.

- Leikluturin hjá uttanríkisráðharranum er at tosa um, hvussu vit kunnu hjálpa Ukraina at styrkja verjuna og gera landið ført fyri at fáa størri fyrimunir á hermótinum, segði eitt amerikanskt embætisfólk við journalistar, sum eru við á ferðini.

 

Ósemja í kongressini

Ósemja var í kongressini í USA í fleiri mánaðir um hernaðarligan stuðulspakka til Ukraina. 

Men 24. apríl kundi amerikanski forsetin Joe Biden skriva undir hjálparpakkan.

Skotvápn, langtberandi rakettir og loftverjuskipanir verða nú send ukrainsku deildunum, sigur embætisfólkið.

- Blinken skal á vitjanini vissa ukrainskar leiðarar, m.a. Zelenskyj, forseta, um, at USA framhaldandi fer at stuðla Ukraina, sigur embætisfólkið, sambært NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022