Løgtingsmaður: Handverksmeistarar rýma eisini av landinum

Løgtingsmaður: Handverksmeistarar rýma eisini av landinum
Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, vil hava at vita frá landsstýrismanninum í vinnumálum, hvat ætlanin er at gera, nú handverkaravinnan missir so nógv fólk
Helgi Abrahamsen fer at spyrja Johan Dahl, landsstýrismann, um handverksvinnuna í tinginum mikudagin
 
07.10.2013 - 14:07

Á tingfundinum mikudagin fer Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, at seta Johan Dahl, landsstýrismanni, ein munnligan fyrispurning um kappingarførið í handverkaravinnuni.

Helgi Abrahamsen vil hava at vita, hvat landsstýrið ætlar at gera við trupulleikan, at handverkaravinnan missir nógv fólk, tí lønar- og skattaviðurskiftini eru munandi betri uttanlands. Eisini vil hann hava at vita, nær væntast kann, at tiltøk verða sett í verk, fyri at vinna á trupulleikanum.

Handverksmeistarar rýma eisini

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á, at sjálvt handverksmeistarar umhugsa at steðga sínum virksemi í Føroyum, tí teir fáa størri inntøku og meira frítíð, um teir eru vanligir handverkarar uttanlands, enn tá teir eru arbeiðsgevarar í Føroyum.

Helgi Abrahamsen sigur, at hetta kann í longdini gerast ein stórur trupulleiki, tí gevast handverksmeistararnir, steðgar handverkaravinnan upp.

Landsstýrisfólk hava nevnt møguleikan at fáa útlendskar handverkarar til Føroya at arbeiða fyri føroyingarnar, sum eru farnir uttanlands, men hvat skulu teir arbeiða, tá handverksmeistararnir eru farnir av landinum, spyr Helgi Abrahamsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084