Sjey mánaða fongsulsrevsing fyri at smugla MDMA

Sjey mánaða fongsulsrevsing fyri at smugla MDMA
Maðurin kom við flogfari um áttatíðina leygarkvøldið, og hevði rúsevnið innvortis
Føroya rættur. (Savnsmynd)
 
21.05.2024 - 10:58

Ein maður fekk sjey mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti sunnudagin fyri at smugla 61 gramm av MDMA til Føroya.

Maðurin kom við flogfari um áttatíðina leygarkvøldið.

MDMA er tað sama sum ecstasy. Maðurin hevði rúsevnið innvortis.

Ein annar maður, sum bíðaði eftir hinum á flogvøllinum, var eisini tikin. Báðir menninir játtaðu seg sekar.

Báðir vóru í rættinum sunnudagin. Annar maðurin hevur ikki fingið dómin enn.

Menninir eru fyrrapartin í tjúgunum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523